Vælkomnir Føroyingar Lyrics

Týr

Battle Ballads

Lyrics to Vælkomnir Føroyingar
Vælkomnir føroyingar her í vási
Eg meini vit eru mergjaðir enn
Um mong ein hurð enn stendur í lási
Vit roynast tó enn menskir menn
Av látri ikki útskolaðir
Enn eru vit ikki volaðir

Enn eru knotur í føroyskum kongum
Tað kennist vit hvørt lógvatak
Enn eiga vit sess á summum rongum
Enn stíga vit fram um hurðarbak
Enn torga broddi vit ímót'
Enn lívir gamalt føroyskt grót

Um gamal runnur á Føroya vølli
Enn slitið hevur í túsund ár
Og illa trevsaður er av elli
Og ber so stór og greflig sár
So er tó haldgóð enn hvør spong
Enn fara vit ikki undir kong

Kom sessist tí við gleði og gaman
Um vertskapsborð á hesi ferð
Til skemtunar enn vit hittast saman
Sum gamal landasiður er
Væl unnast vit við kæti kátt
Tí eitrandi er sprekið gott

Og tá til hallar heim vit venda
Hvør heldur leið at síni vrá
Og henda veitslan er komin at enda
Lat gamlar sinar roynast svá
At verkum várum komandi
Verður gleðilyndið fylgjandi